Eitt sindur um okkum

Vit eru ein lítil men roynd fyritøka við stórum førleikum og sterkum hugskotum. Stjóri er Maria Olsen og stovnari Búi Tyril, sum eisini er medeigari. Tey bæði hava arbeitt tætt saman og hvør sær í mongum verkætlanum gjøgnum árini, bæði innan tað vinnuliga og innan tað meira mentanarliga.

Maria Olsen hevur arbeitt í mong ár sum yrkisfotografur. Hennara fotomyndir hava verið sýndar fram í fleiri londum, og umframt at arbeiða við egnum verkætlanum hevur hon fotograferað fyri bløð og tíðarrit í ymiskum londum. Hon gav fyri umleið 15 árum síðani út myndabókina Images of Fishermen: The North Atlantic. Maria er útbúgvin fotojournalistur frá ICP í New York og hevur eisini leiðsluútbúgving á Bachelor stigi.

Búi Tyril hevur gjøgnum árini skrivað nógvar greinar um vinnulig, samfelagslig og onnur viðurskifti. Hann hevur í umleið 15 ár verið ritstjóri á tíðarritinum Faroe Business Report og er í løtuni eisini redaktørur á tíðindamiðlinum Local.fo. Búi hevur Master útbúgving innan virkissamskifti og almenn mál frá RGU í Aberdeen umframt leiðsluútbúgving á Bachelor stigi.

Okkara útboð av tænastum er í seinastuni vorðið enn meira áhugavert og spennandi fyri okkara viðskiftafólk:

  • Vit eru farin undir filmframleiðslu og átaka okkum nú at gera videotilfar — frá hugskotum til lidnar filmir — styttri ella longri, dokumentar ella lýsingar;
  • Vit hava yvirtikið tíðindamiðilin Local.fo og kunnu harvið veita kundum í Faroe Business Report atgongd til ein breiðari lesaraskara upp á nærum 200.000 árligar brúkarar við serligum áhuga fyri Føroyum;
  • Tá talan er um heimasíður, hava vit eisini styrkt okkara støðu í seinastuni, soleiðis at vit ídag hava sera góðar førleikar innanhýsis umframt framúr veitarar og samstarvsfelagar knýttar at okkum, bæði útlendingar og føroyingar;
  • Vit hava eisini styrkt okkara førleikar innan ljóðframleiðslu og eru eitt nú farin undir at framleiða eitt podcast, Mikrofonin.

Frammanundan eru vit longu væl fyri innan samskifti — ikki minst tað sum hevur við innihald, orð og myndir at gera, og meira afturat.

Tosa við okkum áðrenn tú fert undir næsta kunnandi ella sølufremjandi átak. Vit hjálpa bæði við hugskotum, planlegging, skapan og framleiðslu.

Set teg í samband

(Má ífyllast)
(Má ífyllast)
Takk fyri boðini, tey eru send.
Har kom onkur feilur í tá tú royndi at senda tíni boð. Vinarliga royn aftur seinni.