
Fá ein boðskap út sum vekir áhuga og álit
Vit eru komin væl í gongd at framleiða filmir og átaka okkum nú, so væl sum video og audio, heildarloysnir at leggja út umvegis internetið. Vit hava jú longu frammanundan drúgvar royndir og útbúgving innan fotojournalistikk og virkissamskifti.
Sum vant seta vit — eisini her — hægstu krøv til dygd. Vit gera sjálvandi nyttu av okkara longu royndum innan orða- og myndafrásøgn í øðrum høpi. Harumframt hava vit eisini frá fyrr royndir í video- og audioframleiðslu. Og tað sum ikki hevur minni týdning: vit hava eyga og oyra fyri hesum, og brenna fyri tí.
Tosa við okkum longu nú um hvussu vit kunnu samstarva á hesum spennandi øki.
Her eru annars nøkur dømi um filmir vit nýliga hava framleitt:
Hví ikki gagnnýta hendan møguleika?
Set teg í samband við okkum so vit kunnu tosa um møguleikan at fáa gjørt ein film ella eitt podcast.
Stay In Touch