At skriva greitt so tað hóskar til endamálið, so tað upplýsir ella selir, fær fólk við — er púra grundleggjandi innan samskifti sum munar.

Eitt er at skriva væl í onkrum høpi. Eitt annað er at finna neyvt røtt orð til júst tað hugtak ið talan er um.

Ein tíðindagrein sum skal upplýsa um eitt torført mál, eitt kunningarskriv sum skal leggja fram fakta frá ávísum parti, ein sølufremjandi vørulýsing, ein frágreiðing vegna politiskan myndugleika — har er eingin endi á ymiskleikanum í fyritreytum; men har eru eisini felags meginreglur.

Hartil kemur eitt nú at skrivistílar eru sera ymiskir, og tónin í einum boðskapi er SERA týdningarmikil.

Vit hava eina natúrliga styrki, og drúgvar royndir, tá tað kemur til orð og alskyns tekstir, frá produktnøvnum til slagorð, frá styttri orðingum til longri greinar.