Foto er eitt av okkara kjarnuøkjum, og vit hava egnan fotograf við drúgvum yrkisroyndum og hollari útbúgving úr New York.

Maria Olsen hevur serliga gjørt vart við seg sum fotojournalistur og dokumentar fotografur.

Tey seinnu árini hevur hon arbeitt meira á øðrum fotografiskum økjum eisini, eitt nú innan produktmyndir og landsløg. Somuleiðis eru livandi myndir vorðin ein vaksandi partur av hennara arbeiði.

Mangan man hava verið sannað av mongum at ein sterk fotomynd kann siga meira enn túsund orð.

Kanska ein nýggj myndarøð er nakað fyri virkið ella stovnin hjá tær? Vit hoyra fegin frá tær — vælkomin at seta teg í samband!