Public Relations
Vit hava drúgvar royndir innan virkissamskifti, tíðindi, kunning og grafiskt design — og fólk við serútbúgving í PR og áhugaumboðan.
Tað snýr seg í stuttum um at hjálpa fyritøkum, felagsskapum, stovnum og myndugleikum at handfara og røkja sítt samskifti og síni sambond skynsamt og endamáls samsvarandi.
Foto
Foto er eitt av okkara kjarnuøkjum, og vit hava egnan fotograf við drúgvum yrkisroyndum og hollari útbúgving úr New York.
Maria Olsen hevur serliga gjørt vart við seg sum ein framúr fotojournalistur og dokumentar fotografur.
Orð & Heiti
At skriva greitt so tað hóskar til endamálið, so tað upplýsir ella selir, fær fólk við — er púra grundleggjandi innan samskifti sum munar.
Eitt er at skriva væl í onkrum høpi. Eitt annað er at finna neyvt røtt orð til júst tað hugtak ið talan er um.
Ein tíðindagrein sum skal upplýsa um eitt torført mál, eitt kunningarskriv sum skal leggja fram fakta frá ávísum parti, ein sølufremjandi vørulýsing, ein frágreiðing vegna politiskan myndugleika — har er eingin endi á ymiskleikanum í fyritreytum; men har eru eisini felags meginreglur.
Stay In Touch