Vit gera tína søgu livandi!

Við Nordixis fært tú bestu hjálp til alt sum eitur miðlar og virkissamskifti — innihaldsliga so væl sum hvat viðvíkur forminum.

ĺ samstarvi við okkum fært tú tín boðskap gjørdan týðiligan og greiðan. Vit hjálpa m.a. við at seta røtt orð á — sannførandi orð sum ávirka, upplýsa, selja.

Vit gera tín boðskap livandi við dygdarbestu myndum sum veruliga tala.

Og vit pakka títt átak og tína heimasíðu soleiðis at tín boðskapur vinnur álit og frama millum rættar móttakarar, fyri rættan kostnað.

Tað ræður jú eisini um at venda sær til rættar málbólkar. ĺ ávísum samanhangum, serliga í sambandi við áhugaumboðan, er talan um samskifti sum fyri tað nógva ikki fer fram í tí almenna rúminum. ĺ øðrum førum hjálpa vit at spreiða boðskapin víða gjøgnum sosialar og aðrar miðlar, eisini okkara egnu miðlar um tað skal vera.

Local.fo & Lokalt.fo + Faroe Business Report

Okkara tíðindamiðil Local.fo røkkur árliga út til nærum 200.000 lesarar — ein sterkur netmiðil, ikki minst tá talan er um Føroyar í ferðavinnuhøpi. Síðan hava vit eisini ein mótsvarandi, nýggjan føroyskan tíðindamiðil, Lokalt.fo, sum sjálvandi hevur eitt annað innihald. Og okkara væl umtókta Faroe Business Report, sum fyrst og fremst leggur dent á vinnuligt tilfar, verður nú eisini samskipað við Local.fo á netinum.

Vit framleiða somuleiðis livandi myndir og ljóðtilfar til ymisk endamál so sum kunning, tíðindi, marknaðarføring og annað. ĺ hesum sambandi er ætlanin at leggja tilfar av tílíkum slag út á ymiskar netmiðlar, íroknað okkara egnu, umframt sum vera man sosialar miðlar.

Tak okkum upp á orðið

Vit vilja hoyra fegin frá tær! Ert tú forvitin eftir at hoyra meira  um okkara tænastur og um hvussu vit møguliga kunnu samstarva — so set teg endiliga í samband við okkum!

Samband