Vit gera tína søgu livandi!
Við Tyril & Olsen fært tú bestu hjálp til alt sum eitur miðlar og virkissamskifti — innihaldsliga so væl sum hvat viðvíkur forminum.
ĺ samstarvi við okkum fært tú tín boðskap gjørdan týðiligan og greiðan. Vit hjálpa m.a. við at seta røtt orð á — sannførandi orð sum ávirka, upplýsa, selja. Og vit gera tín boðskap livandi við dygdarbestu myndum sum veruliga tala.
Vit pakka títt átak og tína heimasíðu soleiðis at tín boðskapur vinnur álit og frama millum rættar móttakarar, fyri rættan kostnað.
Sum nakað nýtt — og nakað av tí mest áhugaverda vit hava at bjóða — framleiðsa vit nú eisini filmir fyri virkir og stovnar.


Local.fo + Faroe Business Report
Okkara tíðindamiðil Local.fo røkkur út til lesarar kring allan heimin — ein sterkur netmiðil, ikki minst tá talan er um Føroyar í altjóða høpi.
Og okkara væl umtókta Faroe Business Report, sum fyrst og fremst leggur dent á vinnuligt tilfar, verður nú samskipað við Local.fo á netinum.
Stay In Touch